Tilmæli 2025

by Lagt út ÓML

Tann 13. desember 2024 lat Havstovan Fiskimálaráðnum tilmæli um fiskiskap eftir toski, hýsu og upsa í 2025.

Hýsustovnurin er enn væl fyri, og upsastovnurin er eisini oman fyri fyrivarnismørkini. Fyri toskastovnin á Landgrunninum síggjast ávís tekin til bata, men av tí, at stovnurin enn er undir vandamarkinum, verður mælt til at minka fiskidagarnar hjá øllum skipabólkum í fiskidagaskipanini við 10%. Hetta er í samsvar við dagførdu endurbyggingarætlanina í umsitingarætlanini fyri tosk, hýsu og upsa á Landgrunninum, og er eitt neyðugt stig fyri at endurreisa toskastovnin á Landgrunninum.

Harumframt verður mælt til at tillaga gýtingarfriðingarnar til at umfata allan reiðskap og at steingja økir fyri vinnuliga veiðu, har smáfiskur heldur til.

Fyri Føroyabanka verður mælt til, at fiskidagatalið í 2025 verður 150 fiskisdagar hjá einum blandingi av stórum og smáum fiskiførum við húki (línu ella snellu). Hetta er sama dagatal, sum var tilmælt fyri 2024.

Samanumtikið eru fleiri av høvuðsbotnfiskastovnunum væl fyri, men vánaliga støðan hjá toskinum á Landgrunninum hevur við sær, at mælt verður til at fylgja endurbyggingarætlanini og skerja fiskidagarnar 10%.

Tilmælið sæst her.

kelda: hav.fo 16/12-2024

You may also like

Leave a Comment

This website uses cookies to improve your experience. We'll assume you're ok with this, but you can opt-out if you wish. Denne hjemmeside bruger cookies til at forbedre din oplevelse. Vi antager, at du er ok med dette, men du kan fravælge det, hvis du ønsker det. Hesin portalur nýtir kennifílar. Accept Read More