Home Fólk og Samfelag Tunlarnir Norður um Fjall góðkendir til almenna ferðslu

Tunlarnir Norður um Fjall góðkendir til almenna ferðslu

by Lagt út ÓML

Landsverk og Arbeiðs- og Brunaeftirlitið hava í dag 18-12-2024 góðkent Tunlarnar Norður um Fjall til almenna ferðslu. 70 fólk tóku lut í stórari venjing í Árnafjarðartunlinum í gjárkvøldið

Landsverk og Arbeiðs- og brunaeftirlitið hava gjøgnumgingið projektið, tilbúgvingina og trygdarútgerðina í Tunlinum Norður um fjall, men áðrenn Tunlarnir Norður um Fjall kundu endaliga góðkennast til almenna ferðslu, skuldi trygdarútgerðin í tunlinum trýstroynast í einari stórari venjing. Venjingin var í gjárkvøldið 17. des. 2024.

Umleið 70 fólk frá Politinum, Klaksvíkar Sløkkiliði, Heilsuverki Føroya, Ambulansutænastuni og Landsverki tóku lut í venjingini, sum royndu tilbúgvingarætlanina, tøknina, mannagongdir og eftirkannaði ventilatiónsskipanina og samskiftisútgerðina í tunlinum.

Allir partar høvdu egnar eygleiðarar við, sum aftaná skrivaðu hvør sína frágreiðing um venjingina. Politiið, sum er leiðandi samskipari í tilbúgvingini, tók saman um niðurstøðurnar og hevur góðkent tilbúgvingina í Tunlunum Norður um Fjall. Landsverk hevur gjøgnumgingið niðurstøðurnar frá venjingini og hevur í dag staðfest, at Tunlarnir Norður um Fjall lúka øll myndugleikakrøv og tískil kunnu lata upp fyri almennari ferðslu. Arbeiðs- og Brunaeftirlitið hevur somuleiðis brunagóðkent Tunlarnar Norður um Fjall til almenna ferðslu.

Kelda & mynd: lv.fo 18-12-2024

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More