Home Fólk og Samfelag Námsfrøðingar og hjálparfólk tilDR.MARGRETHU BARNAGARÐ
Lýsing

Námsfrøðingar og hjálparfólk tilDR.MARGRETHU BARNAGARÐ

0 comments

Vit søkja eftir námsfrøðingum og hjálparfólkum, at byrja 11.08.2025 ella eftir nærri
avtalu.


Arbeiðstíðin er ímillum 7.30 og 17.00
Størvini eru at arbeiða við børnum frá 0 til 6 ár
Tímatali er millum 20 og 40 tímar um vikuna.
Vit kunnu bjóða tær eitt lívsjáttandi starv saman við børnum, har tú fart møguleikan
at geva teimum ein innihaldsríkan og góðan dag.
Stovnurin liggur væl fyri, mitt í býnum, tætt við skúlan, filmeikarhallirnar,
fótbóltsvøllin, (rennibreytina), bókasavnið og onnur almenn spælipláss v.m., ikki
langt frá fjøru og haga. Hesar fyrimunir brúka vit nógv.
Møguleikarnir eru nógvir at uppliva í nærumhvørvinum saman við góðum
starvsfólkum og vælvirkandi barnabólki.

Lønar- og setanarviðurskiftir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, lønarstig 11 / 24 – 2 / 8.

Meira fæst at vita, við at venda sær til leiðaran Marjun Lassen á tlf. 455557 / 212557
ella varaleiðaran Hedvig Waagstein, á tlf. 216734
Skrivlig umsøkn við prógvi, ummæli, o.ø skal verða okkum í hendi í seinasta lagi
hósdagin 10.juni 2025, kl. 12.00.

Dr. Margrethu Barnagarður
Gerðagøta 14
F0 – 700 Klaksvík
T-post margretha@margretha.fo
Tú kanst lesa meir um okkum á heimasíðuni www.margretha.fo

Lýsing

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More