fredag, december 5, 2025
Home Fólk og Samfelag Boði Haraldson nýggjur býarverkfrøðingur

Boði Haraldson nýggjur býarverkfrøðingur

0 comments

Boði er 64 ára gamal og útbúgvin verkfrøðingur. Hann tekur við starvinum sum býarverkfrøðingur tann 22. apríl.

Boði hevur m.a. starvast í tvey ár sum GIS-samskipari hjá Kampsax GeoPlan og fimm ár sum verkfrøðingur og GIS-samskipari hjá Tórshavnar kommunu. Frá 1999 til 2016 var Boði býarverkfrøðingur í Tórshavnar kommunu og í 2016-2022 starvaðist hann sum deildarleiðari á Landsverki við ábyrgd fyri Infrakervisdeildini og Virkisdeildini. Seinastu tvey árini hevur Boði starvast hjá MTV Byggivirki sum verkfrøðingur innan umsiting – og projektleiðslu. 

Boði hevur drúgvar royndir innan flestu fakøki á tekniska økinum, og ynskja vit honum hjartaliga vælkoman aftur í starvi hjá Tórshavnar kommunu!

Býarverkfrøðingur

Kelda & myndir: torshavn.fo 11-04-2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira