Frystilínuskipið M/S POLARSTJØRNAN fór í morgun av bedingini hjá Klaksvíkar Sleipistøð og liggur nú við bryggju hjá KSS.

Tá skipið bleiv tikið uppá beding áðrenn jól, hendi eitt óhapp sum førdi til at skipið koppaði á bedingsvogninum. Serkøn fólk komu úr Danmark sum skuldi hjálpa til við at fáa skipið aftur á rættkjøl. Umframt serfrøðingar úr Danmark luttók eisini fólk frá Føroyskari kavingarfyritøku. Frimodt Rasmussen stjóri sigur, at frá KSS hava tað eisini veri einir 4 til 6 mans sum hava hjálpt til við arbeiðinum.

Tann 25 februar stóð POLARSTJØRNAN aftur á beint á bedingsvogninum og fóru starvsfólk tá í gongd við at gera ymiskt viðlíkahalds arbeiðir og skipið bleiv eisini mála. So nú er klárt hjá frystilínuskipinum M/S POLARSTJØRNUNI rigga til at fara aftur til fiskiskap. Myndir: 24.FO











