fredag, december 5, 2025
Home Fólk og Frítíð Føroyskir leikarar vunnu gull, silvur og bronsu í Danmark

Føroyskir leikarar vunnu gull, silvur og bronsu í Danmark

0 comments

Farna vikuskiftið vóru fleiri landsliðsleikarar í badminton til kapping í Danmark, har tey luttóku Meistararekkjuni og A rekkjuni. Hetta skrivar Badmintonsamband Føroya á FB

Leikararnir luttóku í bæði einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki, har tey spældu sera nógvar dystir, og kláraðu seg væl.

Í meistararekkjuni vann føroyskt badminton hesi heiðursmerkini:

Magnus Dal-Christiansen og Sanna Thorkildshøj gull í blandaðum tvímansleiki

Sanna og Mia Thorkildshøj vunnu bronsu í tvímansleiki

Í A rekkjuni vunnu Magnus Dal-Christiansen og Rúni Øster silvur í tvímansleiki.

Fyrireikingarnar til oyggjaleikirnar á Orkney í juli eru nú av álvara farnir í gongd. Komandi dagarnar er venjingarlega fyri badminton landsliðsleikarunum í badmintonhøllini í Havn.

Annan páskadag byrja innleiðandi dystirnir til Kontrast FM.

Finalurnar í badminton verða spældar í Høllini á Hálsi 26. apríl.

Kelda & myndir: Badmintonsamband Føroya apríl 2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira