søndag, marts 8, 2026
Home Fólk og Samfelag Borgarafundur í Haldórsvík

Borgarafundur í Haldórsvík

0 comments

Sunda kommunan fer hesa setuna at hava árligar borgarafundir í bygdunum, og í hesum sambandi fara vit at byrja í Haldórsvík komandi hóskvøld, 24. apríl kl. 19:30. Hetta skrivar kommunan á teirra heimasíðu.

Fundurin verður hildin í avhaldshúsinum, og aftaná verður drekkamuður at fáa. Á fundinum verður kunnað um støðuna við vetrarfriðingini, og annars verður orðið lagt til einstaka borgaran at koma við hugsanum, ynskjum og áheitanum. Vónin er, at hesir fundirnir styrkja sambandið millum borgaran og kommununa, so avgerðir og komandi raðfestingar verða gjørdar í tráð við ynskini hjá borgarunum í ymisku bygdunum.

Kelda & mynd: sunda.fo 19.04.2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira