Eftir fleiri ár við stórari framgongd í føroyskum búskapi, er nú komin stígur í. Bruttotjóðarúrtøkan í føstum prísum vaks 0,8 prosent í 2024. Hetta skrivar Hagstovan

Bruttotjóðarúrtøkan er mát fyri samlaðu virðisskapanina í einum landi. Tá bruttotjóðarúrtøkan er gjørd upp í føstum prísum, ber til at máta, um mongdin av framleiddum vørum og tænastum veksur ella minkar, uttan mun til prísgongdina. Árliga broytingin í bruttotjóðarúrtøkuni í føstum prísum er mátið fyri realan búskaparvøkstur.
Búskapurin veksur við minni ferð
Bruttotjóðarúrtøkan í føstum prísum vaks 0,8 prosent í 2024. Føroyski búskapurin kom væl fyri seg eftir altjóða afturgongdina, sum stóðst av koronufarsóttini. Búskaparvøksturin hevur ligið omanfyri trý prosent árini 2021 til 2023. Sostatt er ferðin á búskapinum ikki eins høg nú, sum hon hevur verið.
Stígur í fleiri evropeiskum búskapum
Til ber at sammeta gongdina í føroyska búskapinum við búskapargongdina í øðrum londum.
Miðal búskaparvøksturin fyri ES-lond var 1,0 prosent í 2024. Búskaparvøksturin í Svøríki var hin sami, sum í Føroyum, nevniliga 0,8 prosent. Búskaparvøksturin í Finnlandi var 0,4 prosent. Íslendski búskapurin hevur verið fyri afturgongd í 2024 – afturgongdin var 1,0 prosent.
Hinvegin hevur framgongd bæði verið í donskum og norskum búskapum í 2024. Búskaparvøksturin í Danmark var 3,5 prosent og 2,1 prosent í Noregi.
Tænastuvinnan størst vakstrarískoyti
Myndin niðanfyri vísir vakstrarískoytið býtt á yvirskipaðu vinnubólkarnar árini 2009 til 2024. Her sæst, hvussu stóra ávirkan gongdin í ymsu vinnugreinabólkunum hava á samlaðu árligu broytingina í realu bruttovirðisøkingini. Tænastu- og tilfeingisvinnan høvdu positivt vakstrarískoyti til realu virðisøkingina í 2024.
Les meira her
Kelda hagstova.fo 7 okt 2025
