onsdag, august 12, 2026
Home TP - TÓRSPORTALURIN Ráðhúsið vitjan úr Grønlandi

Ráðhúsið vitjan úr Grønlandi

0 comments

Grannskoðaranevndin hjá Inatsisartut vitjaði fyrr í dag ráðhúsið, har tey hittu Elsu Berg, borgarstjóra, og Jeanette Ellefsen Blaasvær, miðfyrisitingarstjóra.

Endamálið við vitjanini í Føroyum er at læra meira um almenna fíggjarstýring, fyrisiting, ábyrgd og eftirlit í einari lítlari sjálvstýrandi samfelagskipan.

Serliga var grannskoðaranevndin áhuga í at vitja Tórshavnar kommunu fyri at læra meira um okkara royndir og arbeiðshættir. Sum part av skránni var ein framløga tí fyrireikað, har m.a. kommunal fíggjarstýring og fíggjarætlan umframt innanhýsis eftirlit, grannskoðan og ábyrgdarskipanir varð umrøtt.

Eisini var greitt frá um stýring og eftirlit í kommunalari fyrisiting, innkeyp og sáttmálastýring umframt veiting av almennum tænastum í einum lítlum og landafrøðiliga spjaddum samfelagi.

Grønlendska grannskoðaranevndin greiddi eisini frá sínum royndum.

At enda varð tosað um langtíðarætlanir, íløgur í undirstøðukervi og býarmenning.

Tveir tímar vórðu settir av til vitjanina, og borgarstjórin, miðfyrisitingarstjórin og grønlensku gestirnir fingu eitt gott prát.

Kelda & mynd: torshavn.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira