mandag, oktober 19, 2026
Home Fólk og Samfelag Pensjónsaldurin eigur at hækka skjótari enn lógin leggur upp til

Pensjónsaldurin eigur at hækka skjótari enn lógin leggur upp til

0 comments

Hóast haldførismyndilin nýtir tað fortreyt, at pensjónsaldurin hækkar frá 2040 og fram, er haldførisavbjóðingini enn sera stór. Haldførisávísin er -4% av BTÚ, sum merkir, at í miðal vanta árliga 1,2 mia. kr., um verandi tænastustøði á vælferðarøkinum skal veitast í framtíðini. Búskaparráðið mælir tí til, at pensjónsaldurin hækkar skjótari enn verandi lóg leggur upp til. Hetta skrivar Búskaparráðið

Longu í 2009 gjørdi Pensjónsnýskipanarnevndin vart við, at neyðugt var at livitíðarindeksera pensjónsaldurin við at hækka hann til 67,5 ár longu í 2012 og eftirfylgjandi við ½ ári fimta hvørt ár. Men ikki fyrr enn í 2025 er pensjónsaldurin hækkaður til 67,5 ár. Føroyar eru tí ikki komnar nóg skjótt í gongd við at hækka pensjónsaldurin.

Veksandi livialdurin fer tey komandi árini at elva til, at áramálið, ið ein kann liva sum pensjónistur, økist, um ikki pensjónsaldurin verður hækkaður tilsvarandi, og tað hevur øktar almennar útreiðslur við sær. Hetta talar fyri eini skjótari hækking av pensjónsaldrinum, enn við ½ ári fimta hvørt ár, og í minsta lagið átti pensjónsaldurin verið samtyktur at hækka næstu ferð um 10 ár, tað vil siga í 2036. 

Mynd 1 niðanfyri vísir, at hækkar pensjónsaldurin við ½ ári fimta hvørt ár frá 2040, er haldførisávísin er -4% (hetta er grundframlitið, ið er víst við gráu strikuni). Myndin vísir eisini eitt dømi, har pensjónsaldurin er tillagaður, soleiðis at pensjonisturin fær 18 ár i miðal á pensjón. Tá  betrast haldførisávísin við 1/2 prosentstigi. Til samanbering miða danir í síni lóggávu um hækking av pensjónsaldrinum eftir, at pensjónisturin fær 14,5 ár í miðal á pensjón.

Búskaparráðið mælir tískil til, at lógin um almannapensjónir verður tillagað soleiðis, at tað er møguliga at hækka pensjónsaldurin skjótari, enn verandi lóg leggur upp til.

Mynd 1 Úrslit við øðrvísi hækking av pensjónsaldrinum

Kelda: Landsbanki Føroya.

Sí brot frá framløguni av haldførisfrágreiðingini her.

Les meira í haldførisfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum her.

Mynd: 123rf.com

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira