fredag, november 6, 2026
Home TP - TÓRSPORTALURIN Uppskot til broyting av almennu byggisamtyktini fyri matrikklarnar 42i, 200a og 200e, Kirkjubøur (Argir)

Uppskot til broyting av almennu byggisamtyktini fyri matrikklarnar 42i, 200a og 200e, Kirkjubøur (Argir)

0 comments

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 17. september 2026 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri  part av matrikklunum 42i, 200a og 200e, Kirkjubøur (Argir).

Almenn hoyring

Uppskotið snýr seg um at:

  • Broyta part av matrikklunum 42i og 200e, Kirkjubøur, frá umráðisparti A1 til umráðispart D1
  • Broyta part av matrikkli 200a, Kirkjubøur, frá umráðisparti D1 til umráðispart A1

Umráðispartur A1 er ætlaður stakhúsum. Umráðispartur D1 er ætlaður til almenning, náttúrufriðingar- og mentanarlig endamál.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting av almennu byggisamtyktini, sært tú her:

Tilfarið liggur eisini frammi í Snarskivuni frá 5. november 2026 til 16. desember 2026.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 16. desember 2026.

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira