Home Fólk og Samfelag Ítróttur, mentan og fiskur samansjóða okkara bý

Ítróttur, mentan og fiskur samansjóða okkara bý

by Lagt út ÓML

Heilsan frá borgarstjóranum í samband við Føroya Sjómannadag, sum aftur er á skrá í døgunum 16. – 20. august.

Fyrr í summar var eg á Oyggjaleikum, umboðandi Klaksvíkar kommunu. Fleiri íðkarar úr kommununi luttóku, eitt nú í badminton, kurvabólti, svimjing og frælsum ítrótti. Tað var ein ótrúliga góð ferð, har okkara umboð stóðu seg ómetaliga væl.

Vit búðu á einari lítlari oyggj beint uttanfyri Guernsey, so fyri at síggja leikirnar máttu vit sigla 20 minuttir, men tað var sera ómakaleyst. Lokalsamfelagið á hesi lítlu oyggj hevði í eitt stutt tíðarskeið veruliga spílað seg út til at kunna hýsa fleiri 100 ítróttarfólkum og rúgvuvís av gestum.

Hetta fekk meg at hugsa um tað sermerkta, sum ofta er við smáplássum. Samanhald og samstarv! Nakað, sum eisini eyðkennir okkara lítla bý.

Seinastu vikurnar hava vit fagnað okkara ótrúligu rógvarum, sum á Ólavsøku settu føroyskt met við at vinna heili 5 FM. Nakað, sum onki annað kappróðrarfelag í Føroyum áður hevur megnað. Og fyri ikki at tala um úrslitini hjá besta mansliðnum hjá KÍ í summar. Ítróttarbrøgd, sum kring allan heim eru blivin lýst sum ein sensatión, ein stórhending.

Fyri tveimum vikum síðan var býurin á tremur við glaðum festivalgestum. Fyriskipararnir av Summarfestivalinum megnaðu fyri 20. ferð at seta Klaksvík á føroyakortið sum plássið, har tónleikur, hugni og handilslív ganga hond í hond.

Onki av hesum hevði verið møguligt uttan tað sterka samanhald og góða samstarv, sum er millum tey, ið búgva og virka í hesum økinum. Kappróður, fótbóltur og Summarfestivalur høvdu ongantíð nátt slíkum hæddum, um tað ikki var fyri allar hesar skapandi kreftirnar og øll tey ótroyttiligu, dugnaligu hjálparfólkini, sum búgva í sama øki.

Føroya Sjómannadagur

Sjómannadagurin er enn eitt dømi um, hvat myndar okkara bý, tá fyriskiparar, vinnulív, handilslív og borgarar standa saman um tiltøk, ið samansjóða lokalsamfelagið.

Síðan 2005, tá fyrsti Sjómannadagur varð hildin, er Føroya Sjómannadagur bara vaksin og hevur ment seg so nógv, at tað er blivið siðvenja hjá 1000 tals føroyingum at leita sær til Klaksvíkar hendan dagin.

Føroya Sjómannadagur er eisini øðrvísi enn flestu onnur summartiltøk, stevnur og festivalar á tann hátt, at øll tiltøk – ja, enntá eisini máltíðirnar – verða latin ókeypis. Hetta ger, at familjurnar óræddar kunnu gera sær ein túr til Klaksvíkar á sjómannadag uttan at stúra fyri kostnaðinum.

Á henda fólksliga og hugaliga hátt setur Sjómannadagurin sjóneykuna á sjógvin, fiskivinnuna, og tað, sum hevur tilknýti til hana. Tað er altíð stuttligt at síggja børn og vaksin í vatnkríggi, fylgja øðrvísi kappingum millum sjómenn og onnur, fylgja kjaki og fyrilestrum, síggja fiskar í kørum og annars vera við til ein dag, sum minnir okkum á, hvat tað er, vit í stóran mun liva av sum fólk og tjóð.

Tørvurin á Føroya Sjómannadegi er ikki minkaður hesi árini, heldur tvørturímóti. Tað er so umráðandi, at vit sum eitt fólk og ein tjóð verða mint á týdningin av og virðið í høvuðsvinnu okkara, og tí vil eg takka fyrireikarunum og stuðlunum hjá Føroya Sjómannadegi fyri tykkara fantastiska arbeiði og áhaldni øll hesi ár og somuleiðis ynskja øllum hjartaliga vælkomnum á Føroya Sjómannadag 2023.

Karl Johansen
borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu

You may also like