Home Fólk og Samfelag EIN FJØÐUR BLEIV TIL FIMM HØSN – Búðstaðir

EIN FJØÐUR BLEIV TIL FIMM HØSN – Búðstaðir

by Lagt út ÓML

Lurtaði í gjár eftir viðgerðini av málinum um misálit á Ingilín Didriksen Strøm, har hon føldi seg noydda at siga seg frá sum landsstýriskvinna. Tá kom eg at hugsa um Heina O. Heinesen, sála. Hann ringdi mangan til mín, tá ið eg var formaður í Felagnum Línuskip í 90’unum og plagdi at taka til, “at í Løgtinginum kann alt henda”. Tað var akkurát tað, sum aftur hendi í gjár.m Hetta skrivar Árni M. Dam á FB 24fo.news hevur fingið loyvið til at endurgeva tað.

Ingilín varð revsað fyri at siga, at hon ongar ábendingar hevði um, at langtíðarhaldførið hjá Bústøðum ikki var í lagi. Sat eg í hennara stað, hevði eg nokk sagt akkurát tað sama, tí hyggur ein eftir Tryggleikastignum/Soliditetsgradini, so er hon uml. 62%, og vanliga siga vit, at tað er gott, um hetta lyklatal er 30%. Her skal skal havast í huga, at ognirnar hjá Bústøðum eru sera umsetilig aktiv (bygningar og íbúðir), sum stórur eftirspurningur hevur verið og er eftir.

Eg rokni við, at Landsgrannskoðararnir hava mistikið seg, tá ið teir hava skrivað niðurstøðuna um lagtíðarhaldførið í frágreiðingini. Høvdu teir havt skrivað, at “langtíðar haldførið er í lagi, men neyðugt er hjá leiðsluni at gjøgnumganga gjaldsførisætlanina og rætta inn”, SO VÓRU TEIR Á BEINARI LEIÐ/SO VAR SØGAN EIN ONNUR/SO VAR SKIL Í … hetta at gjøgnumganga gjaldførisætlanina og rætta inn er ein vanlig uppgáva, sum ein og hvør leiðsla hevur og leypandi eigur at hava eyguni við. Tað átti ikki verið nakar trupulleiki at rætta inn hjá einari fyritøku, sum hevur eitt trygdarstig á uml. 62% og eina skuld, sum bert er uml. 39% av samlaðu ognunum hjá felagnum.

You may also like

Leave a Comment