Nú tað stundar til jóla koyrir TAKS eitt átak har tey kunnu um, at tey sum koma um flogvøllin bert kunnu hava jólagávur við fyri 2500 krónur. Keypir man fyri meira, so skal man rinda toll.
Heldur enn at hava fokus á jólapakkar keyptur uttanlands, eigur TAKS at hava fokus á veruligar trupulleikar og prioritera uppgávurnar og tað er at fyribyrgja at narko kemur inn í landið. Um ferðandi hevur 3 pakkar av sigarettum ella fyri 500 krónur í jólagávum ov nógv so er hetta óneyðugt at brúka orku uppá, sjálvt um lóggávan leggur upp til tað. Markið uppá 2.500 kr. hevur staði í stað í mong ár, og eigur at verða regulera.
Eigur at vera minst 3.200 krónur.
Um vit fara aftur aftur til ár 2010 og fram til 2024 so eigur upphæddin at verða regulera til góðar 3.200 kr. So tað er upplagt hjá tingfólkum at fáa hetta broytt og heita á TAKS um at leggja meira orku á og hava fokus á NARKO smugling heldur enn jólagávukeypið uttanlands.
Tollfrítt fyri ferðandi til Føroya – TAKS skrivar soleiðid:
Er man uttanlands, kann man keypa vøru fyri 2.500 krónur heim við sær aftur uttan at rinda toll av henni. Mvg er ikki íroknað.
Umframt tær 2.500 kann man keypa tollfrítt rúsdrekka o.a.
á heimasíðuni hjá TAKS stendur
Umframt tær 2.500 kann man keypa tollfrítt rúsdrekka o.a.
Keypast kunnu hesar vørur og hesar mongdir:
Góðgæti
- Sjokulátu- og sukurvøra, 3 kg
- Sodavatn, 10 litrar
Luktilsi
- Luktilsi, 50 gr
- Rakivatn, 25 cl
Tubbak
- 200 sigarettir
- ella 100 sigarillos
- ella 50 sigarir
- ella 250 gr. av balli ella snúsi
Rúsdrekka
- 1 litur av brennivíni upp til 60%* + 1 litur av heitvíni o.ø. upp til 22%* + 2 litrar av øli ella 2 litrar av cider upp til 5,8%*
- ella 1 litur av brennivíni upp til 60% + 2,25 litrar av borðvíni + 2 litrar av øli ella 2 litrar av cider upp til 5,8%*
- ella 2,25 litrar av heitvíni o.ø. upp til 22%* + 2 litrar av øli ella 2 litrar av cider upp til 5,8%*
- ella 4,5 litrar av borðvíni + 2 litrar av øli ella 2 litrar av cider upp til 5,8%*
- ella 10 litrar av øli ella 10 litrar av cider upp til 5,8%*
*) % vol.alk
Til ber at keypa tollfrítt sum ferðandi einaferð um samdøgrið. Gev gætur, at 18 ára aldursmark er fyri at keypa tubbak og rúsdrekka.
Hetta kann keypast afturat við at rinda avgjald
Góðgæti
Av tí, sum fer upp um tollfrítt, verða rindaðar 5 kr/l av sodavatni og 45 kr/kg av sjokulátuvøru.
Rúsdrekka
Av tí, sum fer upp um tollfrítt, verða rindað hesi vegleiðandi avgjøld:
Øl | 33 cl | 24 x 33 cl | 30 x 33 cl |
Upp til 4,6% | 4 kr. | 95 kr. | 120 kr. |
4,7-5,8% | 5 kr. | 120 kr. | 150 kr. |
Yvir 5,8% | 9 kr. | 215 kr. | 270 kr. |
Cider o.a. | 25 cl | 33 cl | |
Cider | 8 kr. | 9 kr. | |
Breezer | 10 kr. |
Vín | 50 cl | 75 cl | 100 cl |
Borðvín | 20 kr. | 25 kr. | 35 kr. |
Sjampanja | 20 kr. | 30 kr. | 40 kr. |
Heitvín | 30 kr. | 40 kr. | 55 kr. |
Brennivín | 50 cl | 75 cl | 100 cl |
17-20% | 40 kr. | 60 kr. | 80 kr. |
21-25% | 50 kr. | 75 kr. | 100 kr. |
26-30% | 60 kr. | 90 kr. | 120 kr. |
31-35% | 72 kr. | 108 kr. | 144 kr. |
36-40% | 82 kr. | 123 kr. | 164 kr. |
41-45% | 90 kr. | 135 kr. | 180 kr. |
46-50% | 102 kr. | 153 kr. | 204 kr. |
51-55% | 116 kr. | 174 kr. | 232 kr. |
56-60% | 126 kr. | 189 kr. | 252 kr. |
Keypir man fyri meira, rindar man toll av tí, sum fer uppum
Tað ger man við at boða frá í tollinum í Føroyum. Boðar man ikki frá og verður steðgaður, rindar man toll av øllum pluss bót.
Les meira um at boða frá í tollinum í partinum “Grøna og reyða tollrásin” niðari á síðuni.
Man skal kunna prógva prísin á vøruni
Tað ger man við eini kvittan til dømis. Kann man ikki prógva písin, kann tolleftirlitið áseta hann.
Vøra, ið hoyrir saman, skal vera saman
Tað er, at hon kann ikki flytast inn í pørtum ella av fleiri persónum, um so skal vera, hóast virðið á hvørjum parti sær er lægri enn 2.500 kr. Einir oyraringar, sum kosta 3.500 krónur, kunnu ikki flytast inn tollfrítt ein og ein fyri 1.750 krónur.
Mvg eitur tað í Føroyum
Aðrastaðni kann tað eita VAT, moms, MwSt, IVA og annað, alt eftir, hvar man er.
Kelda taks.fo