Home Fólk og Samfelag Almenn hoyring

Almenn hoyring

0 comments

Nýggj serstøk byggisamtykt fyri Vágsbotn og Skálatrøð

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 19. september 2024 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 186, 187, 188, 190 191b, 192, 193, 195 og 201, Tórshavn.

Uppskotið snýr at skipa bygging á økinum, á ein hátt sum gagnnýtir og mennir staðbundna dámin í tráð við kringliggjandi maritima umhvørvið. 

Tilfar sum lýsir uppskotið um nýggju serstøku byggisamtyktina fyri Vágsbotn og Skálatrøð liggur frammi á hesi síðuni og í Snarskivuni frá 27. november 2024 til 15. januar 2025.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skal sendast til Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 15. januar 2025.

Kelda & skitsa torshavn.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More