Góðar 12,7 milliardir vóru útgoldnar í A-skattaðum lønum seinasta tólv mánaða tíðarskeiðið frá desember í fjør til november í ár.
Lønirnar vóru 731 milliónir krónur, ella 6,1 prosent, størri í tíðarskeiðinum frá desember 2023 til november 2024 enn undanfarnu 12 mánaðirnar.
Gongdin vísir, at vøksturin í útgoldnum lønum hevur verið støðugur seinastu árini. Kelda: Hagstova Føroyamió. kr.Løn (útgoldin)Útgoldin lønÁrstíðarjavnaðTrendur1985 januar1986 mai1987 september1989 januar1990 mai1991 september1993 januar1994 mai1995 september1997 januar1998 mai1999 september2001 januar2002 mai2003 september2005 januar2006 mai2007 september2009 januar2010 mai2011 september2013 januar2014 mai2015 september2017 januar2018 mai2019 september2021 januar2022 mai2023 september05001.0001.500
Lønirnar minkaðar í fiskiveiðuni
Talvan niðanfyri vísir A-skattaðu lønirnar á ovasta stigi eftir vinnugreinaflokkingini NACE seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið. Størsti vøkstur í krónum var í “O Almenn umsiting og verja; lógarkravdar almannaveitingar” og næst í “Q Heilsu- og almannaverk”. Lutfalsliga var størsti vøkstur í “R List, undirhald og ítróttir”.
“A Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða” hevði sum einasta vinnugrein eina minking í útgoldnu lønunum samanborið við undanfarna tíðarskeið. Minkingin var 3 prosent ella knapt 50 milliónir krónir. Størsti parturin av útgoldnu lønunum í “A Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða” kemur frá undirbólkinum “Fiskiveiða og aling”. Verður hesin bólkur aftur meira útgreinaður, sæst at minkingin í krónum er serliga í uppsjóvarveiðu, har lønirnar eru 46 milliónir krónir, ella átta prosent, lægri enn undanfarna tíðarskeið.
Lønin hjá kvinnum vaksin tíggju prosent
Vøksturin hjá kvinnum hevur verið javnari seinastu árini, meðan lønargongdin hjá monnum í størri mun varð ávirkað av koronufarstóttini. Í longri tíðarskeið hava menninir forvunnið umleið 60 prosent og kvinnurnar 40 prosent av samlaðu lønunum.
Vøksturin í lønargjaldingunum seinasta tólv mánaða tíðarskeiðið hevur tó verið størri hjá kvinnum enn hjá monnum. Av samlaða vøkstrinum á 731 milliónum krónum, áttu kvinnurnar yvir 60 prosent við 450 milliónum krónum. Lønin hjá kvinnum var tíggju prosent hægri samanborið við undanfarna tíðarskeið, meðan lønin hjá monnum var næstan fýra prosent hægri. Kelda: Hagstova Føroyamió. kr.Løn (útgoldin), kynMennTrendurKvinnurTrendur1985 januar1986 august1988 mars1989 oktober1991 mai1992 desember1994 juli1996 februar1997 september1999 apríl2000 november2002 juni2004 januar2005 august2007 mars2008 oktober2010 mai2011 desember2013 juli2015 februar2016 september2018 apríl2019 november2021 juni2023 januar2024 august02505007501.000
Størsti vøkstur í Sandoyar øki
Niðanfyri sæst prosentmunurin í úgoldnum lønum seinasta tólv mánaða skeið samanborið við undanfarnu tólv mánaðirnar býtt á øki. Sandoyar øki hevur havt størsta vøkstur við góðum níggju prosentum. Suðuroyar øki hevði minsta vøkstur við undir tveimum prosentum.
Meira útgreinaði lønarhagtøl um øki eru á økissíðunum: Norðoya øki, Eysturoyar øki, Norðstreymoyar øki, Suðurstreymoyar øki, Vága øki, Sandoyar øki, Suðuroyar øki.Løn (útgoldin), bústaðarøkiUppgerðarárið desember 2023 til november 2024 samanborið við undanfarnu 12 mánaðirnar5.5 %5.5 %5 %5 %4.4 %4.4 %8 %8 %6.8 %6.8 %9.1 %9.1 %1.7 %1.7 %
Miðallønin hjá kvinnum er ein triðingur lægri enn hjá monnum
Í november var mánaðarliga miðallønin per persón 35.864 krónur. Hetta er 4,5 prosent hægri samanborið við sama mánað í fjør. Grafurin niðanfyri vísir miðallønina býtt á kyn. Í november fingu kvinnur 28.700 krónur í miðal, sum er 32 prosent lægri enn miðallønin hjá monnum, sum var 42.400 krónur. Samanborið við sama mánað árið fyri er útgoldna miðallønin vaksin við næstan fýra prosentum hjá monnum og næstan seks prosentum hjá kvinnum. Viðm.: Miðal verður roknað við at býta samlaðu lønina við tal av persónum, sum fáa løn. Tað verður ikki tikið hædd fyri arbeiðstíð.Kelda: Hagstova FøroyaLøn (miðal), kynBæði kynTrendurMennTrendurKvinnurTrendur1985 januar2018 apríl1986 oktober1988 juli1990 apríl1992 januar1993 oktober1995 juli1997 apríl1999 januar2000 oktober2002 juli2004 apríl2006 januar2007 oktober2009 juli2011 apríl2013 januar2014 oktober2016 juli2020 januar2021 oktober2023 juli020.00040.00060.00042.375,4 kr.28.734,3 kr.
Um lønarhagtølini
Løn sum hagfrøðiligt hugtak er partur av tí breiðu allýsingini av viðurlagi til starvsfólk. Viðurlag er tvíbýtt í a) løn og b) ískoyti hjá arbeiðsgevarum til sosialar skipanir, herundir pensjón. Hugtøkini byggja á allýsingina í tjóðarroknskaparhandbókunum ‘System of National Accounts’ hjá ST og ‘European System of Accounts’ hjá Eurostat.
Eftir hesi allýsing fevnir løn um lønarpartar so sum grundløn, viðbøtur, yvirtíðargjøld, frítíðarløn, starvsfólkaágóðar, men ikki um sosial gjøld hjá arbeiðsgevaranum so sum eftirløn, arbeiðsloysistrygging og barsilsgjald.
Hagtølini um lønir fevna bert um løn í peningi, ið verður goldin av einum arbeiðsgevara til eitt starvsfólk um samtíðarskattaskipanina. Tískil fevna lønir bara um A-skattskyldugar inntøkur frá arbeiðsgevarum, ið eru búskaparliga virknir í Føroyum. Allar lønir, sum lúka oman fyri nevndu krøv, telja við, uttan mun til um starvsfólkið er búsitandi í Føroyum ella uttanlands.
Broyting í hagtølunum í 2024
Í fyrru helvt av 2024 varð arbeitt við nýggjari og meira útgreinaðari útgávu av lønarhagtølum, sum tá vórðu endurskoðað, dagførd og broytt. Tað hevði við sær, at samlaðu lønirnar vuksu eitt vet – serliga seinnu árini. Størsta orsøkin handan vøksturin er at hagtølini nú eisini fevna um teir arbeiðsgevarar, ið eru skrásettir í føroysku altjóða skipaskrásetingini (FAS-skipanini) og mettir at vera partur av føroyska búskapinum.
Les meira og sjá grafar á hagsova.fo
Kelda Hagsotvan 13-12-2024