Home Fólk og Samfelag Brúgvin um Stórá

Brúgvin um Stórá

by Lagt út ÓML

Nýggja brúgvin um Stórá tikin í nýtslu á hátíðarløtu í dag. Hákun og Petur Zachariasen vóru fyrstu at koyra eftir nýggju brúnni.

Við horntónleiki frá Eiðis Ljómfelag og røðu frá Jógvani Kruse borgarstjóra, varð nýggja brúgvin um Stórá tikin í nýtslu í dag.

Talan er um eina 22 metur langa og 6,5 metur breiða brúgv, ið er staðstoypt á sama staði, har tvær aðar brúgvar hava staðið seinastu øldina. Fysta brúgvin varð bygd í 1920’unum og miðskeiðis í 1950’unum varð onnur brúgv bygd á staðnum. Nú eini 70 ár seinni, er nýggj brúgv bygd um Stórá.

Vit í Sunda kommunu fegnast um, at nýggj brúgv er komin, ið aftur knýtir bygdirnar Hvalvík og Streymnes saman, har hædd er tikin fyri ferðslutrygd, ábærari ferðslu samstundis sum brúgvin er bygd til tunga ferðslu.

Fyrsti bilurin um brúnna var Hákun Zachariasen, ið hevði Petur Zachariasen undir liðini á sær. Síðan gingu øll uppmøttu um brúnna leidd av skótaliðnum Borgini í Hvalvík.

Boðið varð inn í Hvalvíkar skúla til kaffi og brúgvakaku.

Myndirnar eru tiknar av Kjartan Madsen

Kelda & myndir: Sunda.fo 14.12.2024

Kelda & myndir: sunda.fo

You may also like

Leave a Comment

This website uses cookies to improve your experience. We'll assume you're ok with this, but you can opt-out if you wish. Denne hjemmeside bruger cookies til at forbedre din oplevelse. Vi antager, at du er ok med dette, men du kan fravælge det, hvis du ønsker det. Hesin portalur nýtir kennifílar. Accept Read More