Home Fólk og Samfelag Gleðilig jól frá almennu Føroyum!

Gleðilig jól frá almennu Føroyum!

by Lagt út ÓML

Meðan vit kjakast um fólkafráflyting, og hvat skal til at draga borgarar til Føroyar, og hvussu man fær ung folk at trívast í Føroyum, so fáa vit uppundir jól eina grefliga áminning um, hvussu tað er at búgva í Føroyum. Hetta skrivar Ben Arabo.

Tað eru almennu Føroyar sum minna folk á, at tey skulu endiliga ikki halda, at man hevur loyvi at ganga í ov stórum skóm í Føroyum. Kemur tú heim at vitja tíni kæru til jóla, ja so stendur tollvaldið fyri tær, fyri at forða fyri, at tú hevur ov fínar jólapakkar.

Váti vøtturin

Hevði landskassin mist nógv við at strika jólagávumørkini? Hvat kostar eftirlitið í mun til tað, ið man fær inn?

Um tað er dýrari enn inntøkan, ja so spilla vit pening.

Lítla tvørliga eftirlitssamfelagið

Harafturat cementera vit ímyndina av Føroyum sum eitt lítið tvørligt eftirlitssamfelag, har man hevur loyvi til eitt sindur minni enn næstan øll hini í tí civiliseraða heiminum. Og nei, vit skulu ikki bara samanbera okkum við Danmark, sum hevur lítið at læra okkum, tá tað kemur til, hvat frælsi borgarin skal hava.

Politikarar mugu gera Føroyar rúmligari og lagaligari

Nú er tað ikki TAKS og tollvaldið sum áseta mørk. Tað gera politikarar. Vónandi gera teir Føroyar rúmligari og lagaligari við at broyta tollmørkini.

Man kundi t.d. havt eitt hámark, sum æt so nógv til persónliga nýtslu og gávur, sum man orkar at bera. Tollvaldið eigur at verða sum heykar, tá tað kemur til rúsevni, men vælsignað verði, latið jólapakkar, luktilsi, sjokolátu og vín fáa frið.

Eg kann leggja afturat, at eg ferðaðist í mong ár heilt nógv kring allan heimin, tá eg arbeiddi uttanlands. Einasta staðið, har eg nakrantíð eri steðgaður í tollinum til kanningar, er í Føroyum.

Ben Arabo, Skattgjaldari

You may also like

Leave a Comment

This website uses cookies to improve your experience. We'll assume you're ok with this, but you can opt-out if you wish. Denne hjemmeside bruger cookies til at forbedre din oplevelse. Vi antager, at du er ok med dette, men du kan fravælge det, hvis du ønsker det. Hesin portalur nýtir kennifílar. Accept Read More