Home VinnaVinna & Samfelag Føroyar og Noreg hava gjørt avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2025

Føroyar og Noreg hava gjørt avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2025

by Lagt út ÓML

Samráðingar ímillum Føroyar og Noreg um sínámillum fiskiveiðirættindi vóru í Oslo 2. desember og vóru endaliga avgreiddar á talgildum palli 17. desember.

Hóast munandi lækkingar eru í heildarkvotunum av toski og hýsu í Barentshavinum komandi ár eydnaðist at avmarka lækkingina í føroysku kvotunum fyri 2025.

    

Føroyar og Noreg hava gjørt avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2025

Føroyska toskakvotan í norskum sjógvi í 2025 verður 3.910 tons, sum er ein lækking á 10%. Kvoturnar av hýsu, upsa og øðrum fiskasløgum eru óbroyttar í mun til í 2024, ávikavist 980 tons, 500 tons og 400 tons.

Í norsku kvotunum í føroyskum sjógvi er tað serliga makrelkvotan sum lækkar. Makrelkvotan, sum Noreg fær frá Føroyum í 2025, verður 5.150 tons, sum er ein lækking á 22%.

Bert smávegis tillagingar eru í norsku botnfiskakvotunum í føroyskum sjógvi í 2025. Kvotan av longu og blálongu lækkar við 100 tonsum til 2.500 tons, og kvotan av brosmu verður 1.400 tons, sum er 100 tons hægri enn í 2024. Kvotan av øðrum fiskasløgum er óbroytt 600 tons.

Føroyar hava leingi havt eitt ynski um at kunna flyta alla toska- og hýsukvotuna, sum Føroyar hava í russiskum sjógvi, til norskan sjógv at fiska. Hetta fyri at hava møguleika at fiska botnfiskakvoturnar í Barentshavinum á teimum leiðum, sum lønar seg best tey ymisku tíðarskeiðini á árinum.

Nú Føroyar og Noreg hava gjørt semjur um fleiri týðandi fiskasløg, er eisini málið um yvirføring av kvotum loyst. Føroyar kunnu sostatt flyta alla ta føroysku toska- og hýsukvotuna í Russlandi í norskan sjógv at fiska í 2025. Talan er um samanlagt 8.445 tons, umframt hjáveiðu.

Eg fegnist um avtaluna, og at føroyska botnfiskakvotan í norskum sjógvi í 2025 bert í avmarkaðan mun er ávirkað av stóru niðurgongdini í heildarkvotunum í Barentshavinum. Hetta munar væl í samlaðu nøgdini, sum skipini hava at fiska, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum.

Kelda: fisk.fo 17-12-2024

You may also like

Leave a Comment

This website uses cookies to improve your experience. We'll assume you're ok with this, but you can opt-out if you wish. Denne hjemmeside bruger cookies til at forbedre din oplevelse. Vi antager, at du er ok med dette, men du kan fravælge det, hvis du ønsker det. Hesin portalur nýtir kennifílar. Accept Read More