Home VinnaVinna & SamfelagFiski- & Alivinna Útróðrarbáturin M/B GUDRUN seld fyri 14,5 milliónir

Útróðrarbáturin M/B GUDRUN seld fyri 14,5 milliónir

0 comments

Hetta skrivar Frihedsbrevet.fo í dag. og keypari er samtak hjá Christian í Grótinum skrivar Frihedsbrevet.

Skipið er heimahoyrandi í Klaksvík og hevði upprunaliga eitt veiðu- og fiskiloyvi í bólki 4B botnfiskaveiða við húki eftir toski og hýsu v.m. . Umframt tað, so hevði skipið eisini royndarlovið til havtaskuveiðu við gørnum. Eftir at hava roynt eftir havtasku í mong ár, verður royndarloyvið umskipað til eitt vanligt loyvi, og er hetta heilt vanligt.

Tá skipð hevði flest fiskidagar hevði tað 120 fiskidagar.

Í 2022 verður skipið flokka sum garnaskip og far harvið lut í makrelrættindum. Og her er tað ein áhugaverdur spurningur, hvussu kann eitt fiskifar upprunaliga við veiðiloyvi í bólki 4 broyta status og verða flokka av nýggjum sum eitta garnaskiskip.

Sambært skipalistanum er skipið bygd í 1964 og fekk navnið M/B GUDRUN í 2003, eldri nøvn eru M/B M/B JÓGVAN S, M/B RÓKHAMAR, M/B BJARKHAMAR og M/B SJÓVARSTROND. Eigarin er SP/F GUDRUN – Klaksvík.

Tað er positivt at eisini útróðrarmenn kunnu fara úr vinnuni við skinnunum á nøsini, sum onnur, ið hava rikið feløg í mong ár. Hetta er vanligt bæði í føroyskari fiskivinnu og vinnu á landi, um tú t.d. selur eina byggifyritøku, timburhandil, smiðu ella annað vinnuvirksemið.

Hetta felag hevur ført mengan fongin til lands seinastu 20 árini. Eg vil ynskja seljara og keypara góðan byr í framtíðini.

Tú kanst lesa meira her

Kelda Frihedsbrevet & Skipalistin

Óli M. Lassen ábyrgdarstjóri og reiðari

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More