søndag, december 7, 2025
Home Uncategorized Grækarismessuhald í Runavík

Grækarismessuhald í Runavík

0 comments

Fyrstu klippini frá várgestum okkara, tjøldrunum, bera av sonnum boð um at várið og ljósari tíðir eru í nánd. Eins og undanfarin ár skipar Visit Runavík, saman við skótunum, fyri grækarismessuhaldi í Skótahúsinum við Løkin í Runavík mikudagin 12. mars kl. 17.00.

Dagurin er ein hugnaligur dagur við røðu og hornblástri. Tiltakið byrjar við, at skótarnir ganga skrúðgongu. Silas Olofson flytur fram røðu og Nes Sóknar Musikkfelag spælir. Tiltakið varir á leið ein tíma. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Visit Runavík

Kelda & mynd runavik.fo – 03. mars 2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira