Um vikuskiftið hevði Føroya Symfoniorkestur konsert í nýggju stórhøllini.
Her er røðan hjá Elsu Berg, borgarstjóra
– Góðu tit og gott kvøld øll somul.
Tá eg setti meg at skriva nøkur orð til í dag, vóru fyrstu orðini, ið komu mær til hugs:
Slóðbrótandi. Nýhugsandi. Framúrskarandi.
Tí vit síggja, hvussu vit á ymsan hátt skara framúr.
Vít síggja tað á mentarnarøkinum, har føroyskur tónleikur, filmur, bókmentur, list blómar.
– Hygg bara eftir okkara symfoniorkestri her í kvøld.
Vit síggja tað á ítróttarøkinum, har vit ferð eftir ferð eru tikin á bóli av okkara dugnaligu ítróttarfólkum.
Og vit síggja tað á vinnuøkinum, har áhugin fyri okkara vørum, kørmum og vitan veksur – fyri bert at nevna nøkur fá.
Hví er tað so umráðandi at nevna her í dag?
Jú tað er tað, tí vit í dag eru til upplatingarkonsert í hesi nýggju, stórbæru stórhøll, sum letur upp fyri enn fleiri og alskyns møguleikum. Møguleikum vit kanska als ikki hava hugsað um enn.
FJØLBROYTNI OG NÝHUGSAN Í ÍTRÓTTI
Vit hava nógv at bjóða, og tað eru okkara slóðbrótarar, ið leggja støði fyri, hvat letur seg gera.
Um tað er eitt nýtt met ella luttøka í kapping á altjóða støði fyri allarfyrstu ferð, um tað er nýhugsan fyri, hvussu vit kunnu loysa uppgávur øðrvísi, ella um tað er okkurt heilt nýtt, vit ongantíð hava givið okkum far um áður.
Fyrstu vikuna stórhøllin var opin var HM í inniróðri. Í næstum fer manslandsliðið í hondbólti at bergtaka okkum, og komandi ár verður EM í dart fyri fyrstu ferð hildið her í Føroyum og í stórhøllini. Vit skulu tora at hugsa nýtt og bjóða av – serliga nú umstøðurnar fyri tí eru so góðar.
—
Her er vítt til veggja og høgt til loftið. Tað skulu okkara ætlanir eisini hava.
Fyri nøkrum fáum árum síðani var eg í Krakow, og har gjørdist eg varug við hugtakið Sportstourism, har fólk ferðast til nýggj ferðamál við ítróttinum sum endamál, eins og eg var gjørd varug við summar smærri og nakrar øðrvísi ítróttarkappingar, enn vit hava her heima.
Ímyndið tykkum, um vit fara at síggja heilt nýggjar ítróttargreinar her heima, sum td. í at hoppa um band ella veggjatennis ella onkrum heilt øðrum – kanska sum altjóða kappingar í Føroyum.
Eins og høllin er lætt broytilig, skulu vit eisini tosa at hugsa enn fjølbroyttari.
Hvør veit, um vit kanska fara at síggja spildurnýggj talent, tí tað kanska hevði kveikt ein neista av áhuga hjá onkrum, ið kanska als ikki hevði valt eina ítróttarleið, men sum nú blómar.
Tí rammurnar eru gjørdar til, at fleiri kunnu vera við at seta nýggj mørk fyri, hvat ber til. Soleiðis mennast vit.
UM HØLLINA
Her er vítt til veggja og høgt til loftið.
Høllin hevur longu víst seg frá sínari bestu síðu. Ikki bert við tiltøkum, men eisini tí tit í vikuni fingu flottu green sport facility góðkenningina – ein umhvørvis-góðkenning við flottum úrsliti.
Hjartaliga til lukku við í.
Tað er gott fyri umhvørvi, at tað verður slóða fyri at hækka ambitiónirnar, men tað er eisini gott fyri møguleikunum, ið fylgja við.
Áhugin fyri okkum og okkara góðu umstøðum og vøkru kørmum veksur, og alsamt fleiri velja at skipa fyri tiltøkum, ítrótti, kappingum, ráðstevnum os.fr. her í Føroyum.
Men krøvini, tá ræður um góðkenningar og váttanir – og í tí heila tikið tilvit um umhvørvi – vaksa eisini. Tí er tað so sera jaligt, at stórhøllin nú legst aftrat føroysku hotellunum, ið hava greenkey umhvørvis-góðkenning.
HEILSUGRANSKING Í SUMBA
Vit hava so nógv at bjóða, men tað besta finna vit her heima. Gongur man runt her í høllini, so bítur ein kanska merki í, at føroysk staðarnøvn eru allastaðni í høllini.
Ímyndið tykkum um heilsugransking í heimsstøði fer fram í Sumba – í venjingarhølunum har Heilsustýrið heldur til. Og um vinnufólk, listafólk, tónleikarar, ítróttarfólk, vísindafólk, granskarar, lesandi, ráðstevnuluttakarar úr øllum heiminum hittast her júst her í Føgrulíð, á Rókini ella í Risastovu.
Vit kunnu tað, vit vilja.
—
Í kvøld lata vit dyrnar upp fyri nýhugsan og nýggjum møguleikum.
– fyri alt landið. Fyri kommununa. Fyri okkum øll.
Tí vil eg fegin enda við hesum orðum frá Janusi Djurhuus, sum skrivar í yrkingini Førum fram yvir dalar og fjøll:
“nú er tímin til ítrótt og spæl –
lívsins vártíð og summarstund sæl
nýtum vakurt og væl”
Kelda & mynd: torshavn.fo – Jens Kr. Vang
24fo.news hevur fingið rætt til at nýta allar myndir sum Torshavnar kommuna hevur í teirra tíðindum á teirra heimasíðu.
