Samlaði føðitíttleikin í Føroyum var í 2024 1,91 børn fyri hvørja kvinnu í burðarførum aldri. Tað er eitt vet hægri enn árið fyri, tá hann var 1,86. Stóra fallið, sum hevur verið í føðitíttleikanum seinastu árini, helt sostatt ikki fram í 2024. Hetta er annað árið á rað, at samlaði føðitíttleikin er undir 2,0 børn fyri hvørja kvinnu í burðarførum aldri.
Føðitíttleikin í Føroyum hevur frá fyrst í hesi øld verið um 2,5 børn í miðal fyri hvørja kvinnu í burðarførum aldri. Hetta er broytt munandi síðstu árini. Í 2016 var føðitíttleikin 2,64 børn. Hann minkaði niður í 2,43 børn í 2019, 2,07 børn í 2022, og í 2023 fór hann fyri fyrstu ferð undir 2,0 við 1,86 børnum. Hetta er eitt stórt fall eftir so fáum árum. Men í nýggjastu uppgerðini fyri 2024 sæst ein broyting í gongdini. Samlaði føðitíttleikin fyri 2024 var 1,91 børn fyri hvørja kvinnu í burðarførum aldri, sum er eitt vet hægri enn árið fyri. Stóra fallið, sum hevur verið í føðitíttleikanum seinastu árini, helt sostatt ikki fram í 2024.Kelda: Hagstova Føroya Tú kanst lesa meira her