onsdag, november 12, 2025
Home Fólk og Samfelag Slóða fyri í Havn

Slóða fyri í Havn

0 comments

Árliga Umhvørvisvikan  í Tórshavnar kommunu við heitinum ‘Slóða fyri – saman fáa vit nýggjar vanar’ verður í døgunum 3.-10. mai. Við hesum verður dentur lagdur á grøna lívsstílin, og hvat vit øll í felag kunnu gera fyri at fáa eitt grønari umhvørvi at liva og virka í.

Fjølbroytt skrá

Skráin fyri vikuna er fjølbroytt og spennandi – Eitt nú verður ‘Plantið eitt træ’, klædnaumbýting, familjudagur, mat- og plantumarknaður, gongutúrar, súkklutúrar, seymiverkstovur, fyrilestrar, veiðuferð, filmssýning, ruddingardagar og mangt annað. 


Øll tiltøkini eru ókeypis. Tó er neyðugt at melda seg til ávís tiltøk. Eisini eru nøkur tiltøk fyri skúlanæmingar, sum lærarar kunnu melda teirra flokkar til.

Kendur fyrilestrahaldari

Gittemarie Johansen er kendur, danskur umhvørvisaktivistur og fyrilestrarhaldari og hevur eitt nú útgivið bøkurnar ‘Bæredygtig badass’ og ‘Bæredygtig gourmet’. Eisini er hon kend gjøgnum Instagram við brúkaranum @gittemary, sum fleiri ivaleyst kenna. Hon fer at hava fyrilestrar bæði í Perluni í Havn, í Kaldbakshøllini og fyri næmingum í Norðurlandahúsinum. Hon fer millum annað at tosa um Greenwashing, og hvussu vit kunnu leggja okkara vanar um og liva meiri burðardygt.

Tilmelding og skrá sæst her: Skrá

Kelda & mynd: torshavn.fo 25 apríl 2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira