Seinastu skjótt 4 árini hevur núsitandi borgarstjóri í Klaksvíkarkommunu fleiri ferðir – seinast í Dimmalætting herfyri – ført fram, at taðhevði verið eitt stórt fíggjarligt upptak eftir undanfarna býráð, sumbrúkti ov nógvan pening, meðan hetta valskeiðið er farið til at tryggjabúskapin. Trupulleikin við hesum pástandum er bara tann, at teir havaikki hald í veruleikanum!
Sum fyrrverandi borgarstjóri, ið sat við róðrið her í kommununi í 8 ár áðrenn hetta valskeiðið, havi
eg nakrar ferðir hoyrt setningar sum, at “tú brúkti so nógvar pengar”, “tað var sett so nógv í gongd”,
“núsitandi borgarstjóri fær einki gjørt av íløgum” o.s.fr.
Jú, tað var nógv ferð á útbyggingini av býnum tey árini, eg var borgarstjóri, og eg eri errin av, at
hetta varð gjørt av einum samdum býráð.
Áðrenn vit tóku við, var býurin afturúrsigldur á fleiri økjum, eitt nú við manglandi vinnu- og
íbúðarøkjum, manglandi miðbýi o.s.fr.
Vit løgdu og fylgdu neyvum ætlanum
Tær ætlanir, vit tá løgdu og síðan framdu í verki, gera, at vit í dag – og komandi árini – fara at
síggja fleiri 100 nýggjar bústaðir í okkara kommunu. Hetta lat seg bert gera við neyvari
býarplanlegging og fokus á samstarv.
Okkara stóra skúlaútbygging, har vit rindaðu góðar 100 mió. kr. kontant, gjørdi, at nýggjar
verkætlanir kravdu lántøku. Tað var eitt bragd í sær sjálvum, at vit megnaðu at byggja og gjalda
fyrsta byggistig av skúlabyggingini uttan lántøku.
Her er vert at hava í huga, at hesir íløgusáttmálar, ið eg sum borgarstjóri skrivaði undir, vóru allir
einmælt samtyktir av býráðnum, herundir skúlabygging, Bláa Skýlið, rennibreyt, vatnútbygging,
miðbý, ídnaðarøkið, spillivatnskipan, havnagerð og íbúðarøki.
Vit vóru fullgreið yvir, at lántøka fór at verða neyðug í sambandi við útbyggingarnar av
ídnaðarøkinum við Borðoyarvík og íbúðarøkinum uppi á Fossum. Hetta var eisini innarbeitt í
okkara langtíðarætlan.
Skuldin er økt við knapt
200 mió. í hesum valskeiðnum
Tá ið eg tann 31. desember 2020 lat lyklarnar frá mær, og núverandi borgarstjóri tók yvir postin
sum formaður í fíggjarnevndini, var skuldin hjá Klaksvíkar kommunu 242,8 mió. kr.
Trý ár seinni – við árslok 2023 – var skuldin økt upp í 400,1 mió. kr., sum í hesum árinum (2024) er
økt við uml. 30 mió. kr. afturat, so helst endar hetta árið og valskeiðið við, at skuldin hjá Klaksvíkar
kommunu kemur upp á uml. 430,1 mió. kr., sum táttar í einari øking á knapt 200 mió. kr. upp á 4 ár!
Tað hevur einki við veruleikan at gera, tá ið sagt verður, at núsitandi býráðsleiðsla hevur arbeitt við
at halda aftur fíggjarliga, hvørki í rakstri ella innan íløgur.
Hetta býráðið gjørt fleiri
íløgur enn undanfarna
Um vit fyrst taka íløgusíðuna, so vísa almennu roknskapartølini hjá Føroya Gjaldstovu hesar
upphæddir:
Íløgur 2017-2020 379.513.000 kr.
Roknskapur 2017 78.427.000 kr.
Roknskapur 2018 75.864.000 kr.
Roknskapur 2019 106.293.000 kr.
Roknskapur 2020 118.929.000 kr.
Íløgur 2021-2024 394.441,000 kr.
Roknskapur 2021 148.771.000 kr.
Roknskapur 2022 112.438.000 kr.
Roknskapur 2023 55.632.000 kr.
Fíggjarætlan 2024 77.600.000 kr.
Her skal skoytast uppí, at við árslok 2020 vóru 134,2 mió. kr. bundnar til sáttmálabundið
íløguarbeiði, sum var í gongd. Av hesum skuldu tó 21 mió. kr. koma innaftur við sølu av
grundøkjum, so netto var talan um 113,2 mió. kr. í sáttmálabundnum arbeiðum pr. ultimo 2020.
Hetta kann lesast í roknskapinum fyri 2020.
Kortini hevur sitandi borgarstjóri, síðan hann tók við, játtað og brúkt 394,4 mió. kr. til íløgur í hesum
valskeiðnum.
Tað er alt í lagi at skylda upp á undanfarnu leiðsluna, tá ein júst hevur tikið við ábyrgdini sum
borgarstjóri, men tað er ikki í lagi at frásiga sær ábyrgd á henda hátt eftir fýra ár við róðrið og eftir
brúk av 394,4 mió. kr. bara til íløgur!
Gløggi lesarin kann sjálvur gera sínar metingar.
Hetta býráðið økt árliga
raksturin við 47,4 mió. kr.
Ein annar týðandi partur av ábyrgdini hjá eini og hvørjari býráðsleiðslu er at tálma vøkstrinum í
rakstrarútreiðslunum, so tær ikki gerast ein so stórur partur av inntøkunum hjá kommununi, at einki
avlop verður til íløgur, sum krevjast, um kommunan framhaldandi skal mennast og dagførast.
Eisini her eru tølini verri í hesum valskeiðnum enn í árunum frammanundan.
Árini frá 2015-2020 var lutfallið millum inntøkur og rakstur í miðal 71,2%. Tað vil siga, at av hvørjum
100 krónum í inntøkum fór raksturin avstað við 71 krónum og 20 oyrum.
Hesi skjótt 4 árini, ið núsitandi borgarstjóri hevur sitið við borðendan í Fíggjarnevndini, er hetta talið
hækkað upp í 80,1%. Tað vil siga, at av hvørjum 100 krónum í inntøkum fer raksturin nú avstað við
80 krónum og 10 oyrum.
Í krónum er árligi raksturin síðan 2020 øktur við 47,4 mió. kr., og hesum hækkingum kann eingin
annar enn núverandi býráðsleiðsla hava ábyrgdina av.
281 mió. orsøkir at velja rætt
Eg byrjaði við at siga, at tað vóru 281,2 mió. orsøkir at velja rætt.
281,2 mió. kr. eru nevniliga tað, sum núverandi býráðsleiðsla hevur brúkt meiri til íløgur enn tað,
sum býráðið, undir mínari leiðslu sum borgarstjóri, hevði sáttmálabundið kommununa við. Tað
svarar til 3 ferðir so nógv.
Í 2020, tá eg lat lyklarnar frá mær, vóru árligu inntøkurnar 295,4 mió. kr.
í 2023 vóru inntøkurnar hækkaðar upp í 344,9 mió. og væntað verður út frá inntøkuvøkstrinum
higartil í ár, so verða samlaðu inntøkurnar uml. 354 mió. kr.
Sostatt er samlaði akkumuleraði inntøkuvøksturin fyri alt tíðarskeiðið 126,6 mió. kr. Tað er tað sum
er komið í kommunukassan afturat síðani 2020.
Um rætt var atborðið, so hevði inntøkuvøksturin einsamalt kunna fíggjað íløgurnar, sum eitt samt
býráð hevði valt at gjørt í undanfarnu setu.
Pengar hava sostatt ikki trotið hesi seinastu 3-4 árini. Heldur er tað viljin og styrkin at raðfesta, sum
manglar.
Klaksvík, september 2024
Jógvan Skorheim