onsdag, november 12, 2025
Home Fólk og Frítíð Ein heilsan til kvinnulandsliðið í hondbólti

Ein heilsan til kvinnulandsliðið í hondbólti

0 comments

Frá fyrsta bríksli hava tit avrikað eitt framúr EM-endaspæl fyri Føroyar.

Við tykkara treysti og dirvi hava tit gjørt púra greitt, at Føroyar hoyra heima millum bestu hondbóltstjóðir í Evropa.

Við tykkara flotta avriki hava tit eisini skrivað ítróttarsøgu við fyrsta stiginum í einum EM-endaspæli.

Søguliga javnleikin á Kroatia fara vit helst øll at minnast, og eg ivist ikki í, at vit fara at síggja meira til tykkum.

Tí fegnast vit í Tórshavnar kommunu eisini um at fáa nýggjar og betri karmar fyri altjóða hondbólt í Føroyum, tá stórhøllin við Tjarnir letur upp í næstum.

Tit eru fyrimyndir fyri okkara børn og ung – ja okkum øll.

Vit eru sera errin av tykkum.

Takk og koyrið á!

Heðin Mortensen, borgarstjóri

Kelda & mynd torshavn.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira