søndag, december 7, 2025
Home Fólk og Frítíð Skoytubreytin í Klaksvík letur upp

Skoytubreytin í Klaksvík letur upp

0 comments

Sunnudagin 8. desember kl. 15.00 letur skoytubreytin upp.

Upplatingartíðir

Gerandisdagar: kl.15.00 til – 20.00 

Leygardag: kl. 10.00 til 20.00

Sunnudag: kl. 15.00 til 20.00

Til ber at leiga skoytubreytina gerandisdagar frá kl. 08.00 til 15.00. Leiga skoytubreytina við at senda eina boð á boðklivan á facebook ella send ein teldupost til skoytubreyt@klaksvik.fo. 

Eins og hini árini kunnu umstøðurnar at skoyta ávirkast av veður og vindi, tí verða tað eisini dagar í vetur, har neyðugt verður at steingja skoytubreytina. Tí heitir kommunan á øll, um at fylgja við á facebook síðuni: Skoytubreytin í Klaksvík. Á síðuni ber til at kunna seg um upplatingartíðir og um annað virksemi, sum viðvíkur økinum við skoytubreytina. 

Kelda & mynd: klaksvik.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira