Væl umtóktu vørurnar frá FJORD verða nú at fáa í Alfa Bókhandli. Samstarvið ber við sær, at flestu vørur kunnu keypast í handlinum longu í sambandi við tunnilsdagin leygardagin.
Fyri kortum vann Suffía Nón, stjóri og eigari av fyritøkuni FJORD, heiðurin Ársins íverkseti 2024. Fyritøkan hevur stórt úrval av vørum, sum taka støði í Føroyum. Vørurnar eru spennandi og litríkar, samstundis sum tær lýsa føroyska mentan og støð á ein hugtakandi og frískan hátt.
Í handlinum hjá ALFA fær FJORD sítt serliga pláss við stóra vindeygað, har heimskendi jólamaðurin situr og etur rísingreyt.
– Vøruúrvalið hjá FJORD er rættiliga stórt, og fara vit í ALFA at leggja okkum eftir at hava so stóran part av vøruúrvalinum sum gjørligt. Er tað okkurt, sum vit ikki hava, so verður tað útvegað, siga tey frá ALFA Bókhandli.
FJORD hevur eisini eina ørgynnu av vørum, ið heilt víst hóska seg væl til jólagávur, bæði til vaksin og børn.
Vørurnar verða at fáa í handlinum á fyrsta sinni longu í dag.
– Vit í ALFA gleða okkum til tunnilsdagin leygardagin, og vóna at síggja nógv fólk.