Home VinnaVinna & Samfelag Fiskavøruútflutningurin minkaður 367 milliónir krónur

Fiskavøruútflutningurin minkaður 367 milliónir krónur

by Lagt út ÓML

Samlað var útflutt fyri 12,4 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá november 2023 til oktober 2024. Tað er 370 milliónir krónur minni enn undanfarna skeið. Hetta skrivar Hagsotvan 18 des. 2024

Útflutningurin fyri september er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja útflutningin tíðarskeiðið november í 2023 til oktober í 2024 samanborið við undanfarna tíðarskeiðið.

Fiskavøruútflutningurin er minkaður 367 milliónir krónur, ella góð 3 prosent. Útflutningurin av fleiri fiskasløgum gongur fram, harundir laksur, toskur og sild, meðan útflutningurin av øðrum fiskasløgum gongur aftur. Útflutningurin av øðrum enn fiski stendur so at siga í stað. 

Útflutningurin av laksi er vaksin 618 milliónir krónur seinasta árið. Laksaútflutningurin hevur verið størri enn 6 milliardir krónur í tíðarskeiðnum november 2023 til oktober 2024.  Virðið er vaksið 11,4 prosent, og nøgdin er vaksin 21,7 prosent.

Vøruútflutningur í virði skiftur á MCS fiskaslag

12 mánaðarskeið 2022/23 og 2023/24

 november – oktobermunur
 2022-232023-24mió. kr.%
Tilsamans12.801,112.432,1-369,1-2,9
Fiskavøruútflutningur11.967,211.602,6-364,7-3,0
00900 – Laksur5.440,26.060,2620,011,4
01200 – Svartkjaftur108,5105,6-3,0-2,7
01300 – Toskur941,81.054,6112,712,0
01500 – Hýsa213,6153,1-60,5-28,3
02100 – Upsi295,3271,9-23,4-7,9
03600 – Sild507,5539,331,86,3
03800 – Makrelur1.138,11.072,8-65,2-5,7
04001 – Lodna207,123,7-183,4-88,5
08600 – Onnur nýtsla, ikki mannaføði417,9323,6-94,4-22,6
08601 – Fóður570,6676,8106,218,6
09700 – Fiskamjøl874,9572,5-302,4-34,6
09800 – Lýsi562,539,5-523,0-93,0
Annar fiskur689,2709,019,82,9
Ikki fiskur833,9829,5-4,4-0,5

Kelda:Hagstova Føroya

Vøruútflutningur í nøgd skiftur á MCS fiskaslag

12 mánaðarskeið 2022/23 og 2023/24

 november – oktobermunur
 2022-232023-24tons%
Tilsamans694.527,0628.567,0-65.960,0-9,5
Fiskavøruútflutningur609.700,9556.141,2-53.559,8-8,8
00900 – Laksur75.761,092.217,716.456,821,7
01200 – Svartkjaftur36.896,448.289,311.392,930,9
01300 – Toskur17.991,319.839,91.848,510,3
01500 – Hýsa8.348,56.516,6-1.831,9-21,9
02100 – Upsi7.447,89.533,82.086,028,0
03600 – Sild58.439,663.632,85.193,28,9
03800 – Makrelur101.723,372.029,0-29.694,3-29,2
04001 – Lodna24.348,03.463,5-20.884,5-85,8
08600 – Onnur nýtsla, ikki mannaføði130.687,9123.139,5-7.548,4-5,8
08601 – Fóður35.022,443.437,58.415,124,0
09700 – Fiskamjøl64.872,645.893,2-18.979,4-29,3
09800 – Lýsi21.305,51.495,0-19.810,6-93,0
Annar fiskur26.856,626.653,3-203,3-0,8
Ikki fiskur84.826,072.425,8-12.400,2-14,6

Kelda:Hagstova Føroya

Talvan niðanfyri vísir útflutningin av fiskavørum skiftan á landaøki. Størsta minking er í útflutningi til Evropa uttanfyri ES. Útflutningurin til ES liggur nærum óbroyttur á 5,6 milliardum krónum. Útflutningurin til Norðuramerika er minkaður við 123 milliónum krónum, meðan útflutningurin til Asia er vaksin við 103 milliónum krónum, ella 14,2 prosentum.

Útflutningur av fiskavørum skiftur á landaøki

12 mánaðarskeið 2022/23 og 2023/24

 november – oktobermunur
 2022-232023-24mió. kr.%
Tilsamans11.967,211.602,6-364,7-3,0
ES (27_2020)5.611,15.639,128,00,5
Evropa annars3.550,33.268,5-281,8-7,9
Norðurafrika111,7110,2-1,5-1,4
Afrika annars151,366,8-84,5-55,9
Norðuramerika1.774,01.653,9-120,1-6,8
Miðamerika og Karibia0,10,0-0,1-100,0
Suðuramerika0,00,00,0
Miðeystur39,231,3-7,9-20,3
Asia annars729,5832,8103,314,2
Avstralia og Nýsæland0,00,00,0
Oseania og Póløkini annars0,00,00,0
Ógreinað og ókent0,00,00,0

Kelda:Hagstova Føroya

Seinastu árini er útflutningurin til ES og USA nógv vaksin. Í dag er útflutningurin til ES umleið tvífalt so stórur sum áðrenn 2021. Somuleiðis er útflutningurin til USA vaksin frá at liggja millum 50 og 100 milliónir krónur um mánaðin árini 2014 til 2021 til nú at liggja millum 100 og 200 milliónir krónur um mánaðin.Kelda: Hagstova Føroyamió. kr.Útflutningur av fiskavørum skiftur á​landaøki20062008201020122014201620182020202220242005200720092011201320152017201920212023200020200500100200300400600700543,4145,5ES (27_2020)Evropa annarsAfrikaAmerikaAsia

Vís fleiri grafar

Vís talvur (Hagtalsgrunnur)

Les meira her

Kelda Hagstovan

You may also like

Leave a Comment

This website uses cookies to improve your experience. We'll assume you're ok with this, but you can opt-out if you wish. Denne hjemmeside bruger cookies til at forbedre din oplevelse. Vi antager, at du er ok med dette, men du kan fravælge det, hvis du ønsker det. Hesin portalur nýtir kennifílar. Accept Read More