lørdag, februar 7, 2026
Home VinnaVinna & Samfelag Útflutningurin av fiskamjøli og lýsi minkaður eina knappa milliard krónur

Útflutningurin av fiskamjøli og lýsi minkaður eina knappa milliard krónur

0 comments

Samlað varð útflutt fyri 12,5 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá mars 2024 til februar 2025. Tað er nærum 400 milliónir krónur minni enn undanfarna skeið. Hetta skrivar Hagstovan 16 apríl.

Útflutningurin fyri februar er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja útflutningin tíðarskeiðið mars 2024 til februar 2025 samanborið við undanfarna tíðarskeiðið.

Fiskavøruútflutningurin er minkaður 485,3 milliónir krónur, ella 4 prosent. Útflutningurin av fleiri fiskasløgum gongur fram, harundir laksi, hýsu, upsa og makreli, meðan útflutningurin av flestu øðrum fiskasløgum gongur aftur. 

Útflutningurin av laksi er vaksin 52,8 milliónir krónur hetta tíðarskeiðið. Virðið stendur so at siga í stað, meðan nøgdin er vaksin góð 14 prosent. Hetta tí miðalprísurin á laksavørum er farin úr 72,6 krónur kilo niður í 64,2 krónur kilo. Broytingarnar í miðalprísinum stava partvíst frá einari generellari príslækking, men eisini frá, at framleiðslan av virkaðum vørum sum feskt og fryst flak er minkað. Sostatt verður meira útflutt av óvirkaðum bíligari vørum, og eitt skifti frá virkaðum til óvirkaðar vørur førir til ein lægri miðalprís. 

Útflutningsvirðið av vørubólkinum “onnur nýtsla, ikki mannaføði” er vaksið 127,8 milliónir krónur, ella 32,8 prosent. Hetta er fyri tað mesta slógv.

Útflutningsvirðið av makreli er vaksið 469,7 milliónir krónur, ella 46,6 prosent. Vøksturin stavar frá príshækkingum, tí nøgdin er minkað 1,5 túsund tons, ella 1,6 prosent. 

Tú kanst lesa meira her

Mynd inni á grein: Hagstovan 16 apríl 2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira