mandag, november 10, 2025
Home Fólk og Frítíð Ovasavnið latið upp í Nólsoy

Ovasavnið latið upp í Nólsoy

0 comments

Sera nógv fólk var í gjár komið saman at hátíðarhalda, at nýggja Ovasavnið lat upp. Kunningarstovan í Nólsoy er samstundis flutt í nýggj høli, og húsast nú inni í savninum.

Ternan var á tremur við fólki, ið ynsktu at síggja stásiliga savnið og annars taka lut í nógvu tiltøkunum í bygdini hendan dagin.

Skúlabørn framførdu Ovasangin og nógvar røður vóru á skránni. Millum teirra var Elsa Berg, borgarstjóri, ið fekk høvi at bera fram eina heilsan vegna Tórshavnar kommunu.

Hon nýtti høvi at rósa stuðulsnevndini og øllum teimum, sum í mong ár havt gjørt sítt til, at Ovasavnið nú er liðugt. Úrslitið er eitt sera vakurt savn, ið væntandi kemur at draga nógv fólk til bygdina.

” Í dag byrjar eisini eitt nýtt spennandi samstarv. Kunningarstovan í Nólsoy er flutt í nýggj høli, og er nú staðsett inni í hesum nýggja bygninginum. Eg vænti og vóni, at hetta samstarvið kemur at tryggja eina góða og støðuga kunning til ferðafólk – bæði útlendsk ferðandi og føroyingar. Eisini er tað sera gott at hoyra, at ein staðkendur maður er settur at reka kunningarstovuna í Nólsoy í summar. Hjartaliga tillukku við starvinum Bjarni! Ferðafólk hava altíð kent seg vælkomin í Nólsoy, og fer hetta avgjørt at styrkja um trivnaðin og ferðavinnuna í bygdini. “

Kelda & myndir: torshavn.fo 20 apríl 2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira