søndag, december 7, 2025
Home Tænastuvinna Aftur stórt ferðamannaskip á Runavík

Aftur stórt ferðamannaskip á Runavík

0 comments

Í dag 15. september 2025 kemur stóra ferðamannaskipi M/S ARTANIA á Runavík

Tá M/S ARTANIA vitjar Runavík tekur Tor Shipping ímóti

Týska ferðavinnufyritøkan Phoenix Reisen vitjar javnan Føroyar við sínum ferðamannaskipum. Ein av havnunum, sum verður vitjað, er King’s Harbour í Runavík, har skipini leggja at í tryggum og vøkrum umhvørvi.

Tá skipið kemur, er tað Tor Shipping ið stendur fyri móttøkuni. Fyritøkan virkar sum lokalur operatørur, og hevur ábyrgd av samskipan við skipið, manningina og ferðafólkini. Tor Shipping tryggjar, at alt gongur væl – frá havnalag til túrar og upplivingar í nærumhvørvinum.

Hetta samstarvið millum Phoenix Reisen, Port of Runavík og Tor Shipping er eitt gott dømi um, hvussu altjóða ferðavinna og lokal virkissemi kunnu ganga hond í hond.

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira