Home Politikkur Borgaralistin kann koma í lyklastøðu

Borgaralistin kann koma í lyklastøðu

by Lagt út ÓML

Seinasta veljarakanningin hjá portal.fo gevur Borgaralistanum eitt umboð í Tórshavnar býráð. Um hetta gerst valúrslitið kunnu teir standa við lyklunum til borgmeistara kontórið og koma at stjørna Tórshavnar kommunu komandi fýra árini.

Tað er eitt sera spennandi býráðsval fyri framman í Føroya størstu kommunu.

Í blaðnum VIKUSKIFTI – bladid.fo hjá portal.fo er veljarakanning løgd út í morgun 2 november. Eftir hesi veljarakanning fær Tjóðveldi góð 21 % 3 sessir.  Javnaðarflokkurin góð 20%. 3 sessir. Fólkaflokkurin góð 14%, 2 sessir  Sambandsflokkurin góð 14 % 2 sessir og Kommunulistin 13,5% og 2 sessir. Borgaralistin stendur til at fáa 1 sess við 6,4% av atkvøðunum.

Tú kanst lesa meira her

Kanningin er gjørd av Spyr.fo 31 oktobur 2024 og eru 489 fólk búsitandi í Tórshavnar kommunu spurd.

Fleiri kombinatiónir eru møguligar

Um Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin velja at fara saman við Borgaralistanum so hava tey meirilutan við 7 atkvøðum í býráðnum og verða tað tryggir flokkar sum so koma at stjørna kommununi. Hinvegin um Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Kommunulistin og Borgaralistin velja at samstarva so hava hesir 4 flokkarnir eisini 7 atkvøður og harvið meirilutan í býráðnum.

Soleiðis kann Borgaralistin koma í eina heilt serliga støðu. Men tað eru eisini eitt ótal av øðrum møguleikum. Men samanumtikið eitt sera spennandi val fyri framman í høvuðsstaðnum.

Valskráin hjá Borgaralistanum sæst her:

Stevnuskrá við 16 av mongum punktum

1. Borgarin eigur kommununa. Saman gera vit góðar loysnir.

2. Eldraøkið má beinast á eina kós við smærri eindum. Fólk skulu stuðlast í at klára seg sum longst í egnum heimi. Eldraráðið eigur at verða ein partur av loysnini.

3. Dagstovnaøkið skal á rættkjøl. Økið má endavendast á nógvum mótum. Onkrar broytingar mugu tíverri bakkast aftur.

4. Kloakklukturin í býnum skal burtur. Hetta tekur nógv ár, pengar mugu setast av, so arbeiðið kann byrja beinanvegin.

5. Ruskið má skiljast. Alternativið er at byggja nýggja brennistøð fyri 800+ mió.

6. Náttúran má verjast. Hon er orsøkin til, at vit liva og trívast her. Børnini, ommu- og abbabørnini skulu hava somu møguleikar, sum vit fingu.

7. Rúsevni eru ein risa avbjóðing. Trupulleikin veksur við rúkandi ferð. Landið eigur bóltin, men kommunan fær trupulleikan. Ungdómur MÁ beinast burtur frá hesum.

8. Ferðslan má skipast betur. Ferðslan skal verða trygg og glíða. Ljóskurvar hjálpa ikki. Tær støðga ferðsluni.

9. Bygging og útbygging skal vera skipað. Broyting av byggisamtyktum er bert sum undantak.

10. Mentan fyri øll og til øll. Mentan er ALT, sum vit gera, og allýsir okkum sum føroyingar og menniskju. Vit mugu hjúkla um eldsálirnar.

11. Frítíðarítriv og ítróttur fyri øll og til øll. Ítróttur og frítíðarítriv av øllum slag eru ein heilsugóð íløga fyri sál og sinn, sum skal stuðlast í allar mátar.

12. Eingin borgari uttan vinnulív, og einki vinnulív uttan borgara. Handlar, vinnulív og borgarar eru saman um kommununa

13. Rørslutarnað skulu lættari kunna flyta seg í býnum. Tað eru m.a. ov nógvir høgir kantar og ov fáar rampur.

14. Fyrisitingin skal kunna arbeiða eftir galdandi lógum og reglum. Nøkur fá privat áhugamál skulu ikki stýra fyrisiting og politikarum.

15. Parkeringstrupulleikin veksur allastaðni. Almennir stovnar og skrivstovur kunnu flytast niðan ímóti Ringvegnum. Tað lættir um trýstið inni í býnum.

16. Listafólk og listafak á altjóða støði. Hølir og markaður stuðul skal latast yrkislistafólki, so yrkislistini verður lív lagað í Havn og mentanarlívið kann blóma.

You may also like

Leave a Comment