Stórar skerjingar í døgunum hjá línuskipinum fara nú at merkjast og ikke er møguligt at fáa dagar úr buffaranum fyrr enn í oktober mánað
Í morgun kom línuskipið M/S JÁKUP B á Klaksvík og fara teir aftur til fiskiskap seinri í dag. Teir hava góð 100 tons. Skiparin John Kári Jacobsen sigur, at fiskiskapurin ikki er av tí besta, men er tað vanligt hesa árstíðina, men góðir fiskaprísir gera at úrtøkan kann verða nøktandi hjá manning og reiðaríð.
Tað er sera løgið at eingin ger vart við seg og spyr hann hvar eru tingmennirnir hjá okkum.
Hann sigur víðari, at tað er ein trupulleiki at buffarin ikke er tøkur fyrrenn í oktober 2025 og eisini er tað ein trupulleiki um eitt línuskip hevur nokk av døgum nú, og vil lata nakrar dagar til eitt skip í mangler dagar, so fær tað skipið sum hevur latið einum skipið fiskidagar ikki dagar úr buffaranum.

Um buffarin:
Fiskidagar í buffaranum verða ásettir við støði í teimum døgum, sum ikki vóru brúktir í fiskiárinum 2024.
Skip í bólki 3 kunnu byrja at brúka dagar úr buffaranum eftir 1. oktober 2025, tá teir útlutaðu fiskidagarnir eru brúktir.
Dagar, sum eru avhendir til onnur skip, telja ikki sum brúktir, uttan so at sama dagatal er móttikið og brúkt aftur.
So, um tú hevur brúkt allar tínar útlutaðu dagar áðrenn 1. oktober, kanst tú søkja um at fáa dagar úr buffaranum tá. Tað er ein góður møguleiki at halda skipið í gongd seinni á árinum.
60% reglan
60%-reglan er ein lógarkrav, sum hevur stóran týdning fyri bólk 3 (línuskip yvir 110 tons) og bólk 4 (útróðrarbátar). Hon er sett í verk fyri at tryggja, at fiskirættindi verða brúkt virkið og ikki bert útskrivað fyri at avhenda víðari.
Lógin sigur at skip, sum vilja avhenda fiskidagar, skulu hava brúkt í minsta lagi 60% av sínum tillutaðu fiskidøgum í undanfarna fiskiári.
Hetta er galdandi bæði fyri tíðaravmarkaða avhending (t.d. fyri eitt ár) og endaliga avhending (varandi flyting av rættindum)
Um skipið ikki lýkur 60%-kravið, kann tað ikki avhenda dagar til onnur skip – hvørki fyri eitt ár ella endaliga.
Reiðarar vísa á, at skip, sum av ymsum orsøkum ikki hava fingið brúkt 60% av sínum døgum, verða straffað við at missa møguleikan at avhenda dagar.
Hetta kann raka skip, sum hava havt tekniskar trupulleikar, veðurlagsavmarkingar, ella lítið av fiski, og tí ikki hava fingið brúkt dagarnar.
Tað merkir, at skip, sum annars kundu hjálpt øðrum við at avhenda óbrúktar dagar, verða útihýst úr skipanini, hóast teir hava rættindi.
Hvat er endamálið við regluni?
At forða fyri spekulasjón, har fólk fáa fiskiloyvi bert fyri at selja dagar víðari uttan at fiska sjálvi.
At tryggja, at fiskirættindi verða brúkt virkið, og ikki liggja óbrúkt.
Ber ikki til at tilrættaleggja virksemið:

Óli M. Lassen reiðari sigur at 60% reglan er ein forðing. Um eitt skip ikki hevur brúkt 60% av sínum døgum so kunnu teir ikki lata øðrum dagar. Og sjálvt við áhaldandi skerjingum í fiskidøgum, so tora reiðaríðir ikki at keypa sær eyka fiskidagar fyri at leggja upp fyri, komandi niðurskurðum tí tey blíva straffa, um tey ikki brúka 60% av egnum døgum. So hetta ger tað sera trupult at tilrættaleggja og tryggja at reiðaríðir hava nokk dagar. Tað er spell nú tað sær út til, at fiskiflotin alsamt minkar ár eftir árið sigur Óli M. Lassen reiðari.
Hvat hendir, um skip ikki brúkar 60%?
- Fiskidagar og kvotur verða ikki útskrivaðar til skipið fyri nýggja fiskiárið, um tað ikki lýkur 60%-kravið.
- Munurin millum brúkt og 30% kann eisini falla aftur til landið, sambært §36 í lógini.
- Hetta merkir, at skipið missir rættindi, og dagarnir verða býtt til onnur skip, sum lúka treytirnar.
Nær kom hetta í gildi?
- Reglan um 60% brúksskyldu fyri útskriving av fiskidøgum og kvotum kom í gildi 1. januar 2023.
- Hon er galdandi fyri fiskiárið 2024 og framyvir, og myndugleikarnir kanna, um skip hava brúkt nóg mikið av sínum rættindum árið frammanundan.
Undantøk?
- Uppsjóvarfiskur (makrelur, svartkjaftur, norðhavssild) er undan 60%-regluni, tá tað kemur til avhending.
- Men fyri botnfisk og fiskidagar í føroyskum sjógvi, er reglan galdandi.
Tað er tí sera týdningarmikið, at skip brúka sínar fiskidagar, um tey vilja tryggja sær rættindi komandi ár.
Og sum vanligt síggja vit at uppisjóðarflotin er undantikin reglunum, hetta er gjøgnumgangandi í øllum lógarverkið, teir kunnu landa har teir vilja, teir kunnu flyta kvotur yvir um ár, so teir altíð kunnu optimera hvar teir landa og nær teir fiska. Meðan Línuskip missa hópin av tonsum hvørt ár, tí tey sleppa ikki at flyta kvotur yvir um ár, sigur Óli M. Lassen reiðari at enda við 24fo.news.
