mandag, januar 19, 2026
Home Politikkur Sparið við at fremja nýskipanir, ikki við at brúka plenuklipparan

Sparið við at fremja nýskipanir, ikki við at brúka plenuklipparan

0 comments

Sambært játtanarkørmunum fyri 2026 æltar politiski myndugleikin at gera sparitiltøk á 55 mió. kr. í 2026 og 35 mió. kr. eftirfylgjandi ár. Sum skilst er ætlanin at brúka ”plenuklipparan” fyri at spara á landsins útreiðslum. Hesin háttur at spara, við at skerja almennar nýtsluútreiðslur yvir ein kamb, ber brá av, at politikararnir ikki gera neyðugu tillagingarnar, tí teir eru bangnir fyri at taka ópopulerar avgerðir. Hetta skrivar Búskaparráðið.

Hesin háttur at spara tekur harumframt ikki atlit at, at summar almennar tænastur og veitingar eru meira týðandi, enn aðrar. Tá ið spart verður yvir ein kamb, kann harafturat vera vandi fyri, at summar uppgávur takast burtur, sum annars eru við til at skapa sparingar í langa høpinum, eitt nú fyribyrgjandi átøk. Summir stovnar og skipanir eru longu so mikið effektivar, at góðskan minkar, um spart verður á hesum økjum, meðan onnur øki hava betri møguleikar fyri at gerast meira effektiv.

Politikararnir eiga at fremja nýskipanir, sum effektivisera almenna raksturin og minka um almennu rakstrarútreiðslurnar bæði í løtuni og frameftir. Eitt nú kann sparast við at taka burtur dupultfunktiónur millum  almannaverkið og kommunurnar, og óneyðugar dupultfunktiónur í teimum trimum sjúkrahúsunum.

Les heystfrágreiðingina hjá Búskaparráðnum her

Kelda & mynd: buskaparradid.fo 16 sept. 2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira