tirsdag, november 11, 2025
Home VinnaVinna & Samfelag Innflutningur av tilfari til framleiðsluvinnuna vaksin nógv

Innflutningur av tilfari til framleiðsluvinnuna vaksin nógv

0 comments

Innflutt varð fyri 10,9 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá september 2024 til august 2025. Tað eru 213,7 milliónir krónur, ella 2 prosent, minni enn undanfarna skeið. Hetta skrivar Hagstovan

Innflutningurin fyri august er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja innflutningin 12 mánaða tíðarskeiðið frá september 2024 til august 2025 samanborið við undanfarna uppgerðarár.

Innflutningurin er vaksin 213,7 milliónir krónur. Alt uttan innflutningur av brennievni og skipum vaksið. Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður 57,7 milliónir krónur. Hetta er tí prísurin er lægri.

Innflutningurin av rávøru til virkingar er vaksin nógv seinasta árið. Hetta er eitt nú rávøra til fiskavirki í bólkinum “Matvørur og livandi djór”, tilfar til fóðurframleiðslu og annað í bólkunum “Djóra- og plantuoljur” og “Evnafrøðiligt tilfar” umframt ymiskt annað tilfar í bólkinum “Ídnaðarvørur flokkaðar eftir ráevni”. 

Innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður við 312,8 milliónum krónum ella góð 11 prosent.

Vøruinnflutningur skiftur á SITC høvuðsbólkar

12 mánaðarskeið 2023/24 og 2024/25

 september – augustmunur
 2023-242024-25mió. kr.%
Tilsamans10.645,310.859,0213,72,0
0 – Matvørur og livandi djór2.393,92.530,5136,65,7
1 – Drykkjuvørur og tubbak143,4151,47,95,5
2 – Ráevni til framleiðslu, uttan brennievni296,0338,742,714,4
3 – Brennievni og aðrar oljur1.604,71.547,0-57,7-3,6
4 – Djóra- og plantuoljur188,1357,4169,290,0
5 – Evnafrøðiligt tilfar937,01.047,4110,511,8
6 – Ídnaðarvørur flokkaðar eftir ráevni1.317,21.427,1110,08,4
7 – Maskinur, motorar, skip og akfør2.815,62.502,8-312,8-11,1
8 – Ymsar aðrar framleiddar vørur949,2956,47,20,8
9 – Vørur, ikki neyvari flokkaðar0,20,30,131,7

Kelda:Hagstova Føroya

Í talvuni niðanfyri síggja vit, at meira er innflutt úr Norðuramerika og Asia annars. Hetta er fyri tað mesta úr Kina, India, Grønlandi og Argentina. Vit síggja eitt skifti frá ES til Evropa annars. Hetta er mest tí oljuinnflutningurin nú er úr Noregi heldur enn úr Niðurlondum.

Innflutningur skiftur á landaøki, uttan skip og flogfør

12 mánaðarskeið 2023/24 og 2024/25

 september – augustmunur
 2023-242024-25mió. kr.%
Tilsamans9.851,310.404,9553,65,6
ES (27_2020)5.607,05.354,0-252,9-4,5
Evropa annars2.419,02.972,0552,922,9
Norðurafrika19,523,74,121,2
Afrika annars17,517,0-0,5-2,7
Norðuramerika176,9270,493,552,9
Miðamerika og Karibia18,517,9-0,6-3,2
Suðuramerika156,3187,731,420,1
Miðeystur8,48,40,00,1
Asia annars977,81.103,2125,412,8
Avstralia og Nýsæland21,127,56,430,5
Oseania og Póløkini annars0,10,10,063,9
Ógreinað og ókent429,2422,8-6,4-1,5

Kelda:Hagstova Føroya

Hóast innflutningurin úr Norðuramerika, sum fyri tað mesta er úr USA, hevur ligið á einum lægri støði hetta seinasta árið, er einki sum bendir á, at innflutningurin seinastu mánaðirnar er ávirkaður av politisku umstøðunum í USA. Innflutningurin úr ES er farin niður á sama støði sum fyri meira enn tíggju árum síðani. Árini 2022 og 2023 hevur innflutningurin úr ES ligið millum 500 og 600 milliónir krónur um mánaðin. Hinvegin hevur innflutningurin úr Evropa, frároknað ES, verið vaksandi seinastu árini. Innflutningurin úr Evropa annars er farin frá at liggja um 100 milliónir krónur um mánaðin til at liggja millum 150 og 200 milliónir krónur um mánaðin. Innflutningurin úr Asia hevur ligið á sama støði tey seinastu nógvu árini.

Tú kanst lesa meira her

Kelda: Hagstovan – 1 nov. 2025 – mynd 24.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira